Hesar skulu royna at vinna Føroyar til EM-undankappingardystin í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.


Hesar skulu royna at vinna Føroyar til EM-undankappingardystin í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.

Í dag hevur Mark Lausen verið og vitjað U12 dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Mikudagin 4. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Portugal til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 4. mars Við Tjarnir. Sølan verður á https://tix.fo/fo/vidtjarnir/buyingflow/tickets/632/1473/

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, og Andrass Thomsen, stjóri í HSF, hittust herfyri á Staravegi 9, heimstaðnum hjá Elektron, har tey skrivaðu undir sáttmálan. Elektron hevur seinastu árini økt sítt virksemi innan hýsingartænastur og menning við serligum fyriliti fyri trygd og góðsku. At røkka ISO-27001:2022 sertifisering sum fyrsta og einasta fyritøka av sínum slag í Føroyum […]

A-landsliðið hjá monnum skal møta vinnaranum av play-off-dystunum millum BosniaHersegovina og Kosovo. Føroyar møta vinnaranum í mai, har vinnarin yvir tveir dystir, ein úti og ein heima, kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

Spennandi lutakastið til HM-playoff dystirnar hjá monnum verður í morgin, leygardagin uml. kl. 13.30 í Danmark. Lutakastið verður stroymt á Home of Handball á youtube.

Sum vanligt til eitt EM-endaspæl, verður eitt all-star lið kosið við kappingarlok. Hesuferð er Óli Mittún eisini í uppskotið til ein heiður.

Sámal Jákup Djurhuus er nýggjur hjálparvenjari hjá føroyska U18-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Jesper Bak, sum steðgar eftir at hann er fluttur av landinum.

Stuðulsavtalan millum reiðaríið, Varðan, og HSF er longd fram til og við 2027.

Talan gjørdist um eitt svárt og tepurt tap fyri Slovenia, 30-27. Harvið er EM-endaspælið av fyri Føroyar, tá Sveis hevði betri málúrtøku enn Føroyar og harvið fóru víðari til meginumfarið sum nummar 2 í bólkinum.