Yvirlit yvir kappingarreglur fyri hondbólt
- Almennar viðtøkur (1.1. til 1.11)
- Kappingarbólkar og aldursmark (2.1 til 2.17)
- Spæliloyvir og reglur (3.1 til 3.10)
- Almennar kappingarreglur (4.1 til 4.18)
- Brot á reglugerðina (5.1 til 5.22)
- Kappingar avgreiðsla (6.1 til 6.14)
- Dómarar (7.1 til 7.5)
1 Almennar viðtøkur
1.1 Hendan reglugerð er galdandi fyri allar kappingar og dystir, sum Hondbóltssamband Føroya, hereftir HSF, ella feløg í HSF skipa fyri, tó við undantøkum, sum HSF frammanundan hevur góðkent.
1.2 Í tann mun HSF hevur gjørt serreglur fyri ávísar aldursbólkar, framganga hesar av serskilt kunngjørdum kappingarreglunum.
1.3 Hægsta myndugleika í øllum hondbóltsviðurskiftum hevur Hondbóltssamband Føroya.
1.4 Í kappingum og dystum kunnu bert spælarar vera við, sum eru íðkandi limir í ávísum felagi.
1.5 Allir dystir, sum kappingarnevndin hjá HSF krevur frásøgn um, verða nevndir frásagnarskyldugir dystir. Frásagnarskyldugir dystir og aðrir dystir skulu spælast eftir reglunum hjá International Handball Federation (IHF) við viðmerkingum og uppískoytum, sum HSF gevur út.
1.6 Kappingarnevndin tekur avgerð um allar spurningar í sambandi við lands- og steypakappingina, herundir kappingarskrá og broytingar, ið møguliga verða í skránni.
1.7 Allir dystir í føroysku lands- og steypakappingini verða spældir eftir teimum reglum, ið hesar kappingarreglur áseta. Í tann mun hesar kappingarreglur onga áseting hava, eru tær til ein og hvørja tíð galdandi altjóða reglur fyri hondbólt, sum IHF ásetur, galdandi.
1.8 Eingin hondbóltsdystur má verða spældur undir almennari guðstænastu og má, um møguligt, heldur ikki byrja fyrr enn 1 tíma eftir, at guðstænasta er lokin.
1.9 Kappingarárið er frá 1. juni til 31. mai.
1.10 Í kappingum undir HSF verða nýttar niðanfyri nevndu bóltstøddir, har ikki annað er tilskilað.
Navn á bólti | Ummál í cm | Vekt í gr. | Harpiks | Aldursbólkar |
Stødd 3 | 58 – | 425 – | Ja | Menn, U18 dr |
Stødd 2 | 54 – | 325 – | Ja | Kvinnur, U18, ge, U16, U14 dr |
Stødd 1 | 50 – | 290 – | Ja | U14 ge |
Stødd 0 | 46 – | 225 – | Nei | U12 |
Stødd 00 | 41 – | 200 – | Nei | U10, U8 |
1.11 Øll feløg, ið luttaka við liðum í fremstu deildunum, skulu gjalda eitt depositum fyri hvørt lið til HSF í seinasta lagi ein mánað áðrenn kappingin byrjar.
2 Kappingarbólkar og aldursmark
2.1 Kappingar kunnu vera í hesum nevndu bólkum:
- Vaksin – spælarar skulu hava fylt 16 ár fyri 1. januar í kappingarárinum fyri at hava loyvi at spæla í fremstu deild. U16 dreingir og gentur kunnu eisini leika í næstbestu deild og lægri deildum.
- Old girls og old boys eru vaksin, sum hava fylt 32 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.
- Veteranar eru vaksin, sum hava fylt 40 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.
- U18 eru spælarar, ið ikki hava fylt 19 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.
- U16 eru spælarar, ið ikki hava fylt 17 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.
- U14 eru spælarar, sum ikki hava fylt 15 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 8. flokki ella lægri flokki.
- U12 eru spælarar, sum ikki hava fylt 13 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 6. flokki ella lægri flokki.
- U10 eru spælarar, sum ikki hava fylt 11 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 4. flokki ella lægri flokki.
- U9 eru spælarar, sum ikki hava fylt 10 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 3. flokki ella lægri flokki.
- U8 eru spælarar, sum ikki hava fylt 9 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivaði at ganga í 2. flokki ella lægri flokki.
- U7 eru spælarar, sum ikki hava fylt 8 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivaði at ganga í 1. flokki ella lægri flokki.
2.2 Fyri nevndu bólkar, U8 undantikið, er galdandi, at spælari bert kann spæla á liði, sum er av sama kyni sum spælarin sjálvur. Kappingarnevndin kann í serligum førðum geva undantaksloyvi til regluna.
- Reglur fyri U10:
a) Leikt verður á fullum vølli.
b) Málið verður lækkað úr 200 cm niður 178 cm – við yvirliggjara, sum verður settur í málið.
c) Hvørt liðið hevur 6 leikarar á vøllinum, nærri greinað 5 útileikarar + málmann.
d) Loyvt er hvørjum liði at hava í mesta lagi 3 útskiftarar, við øðrum orðum kunnu í mesta lagi 9 leikarar vera á einum liði.
e) Loyvt er at verja allastaðni á vøllinum. (Gev gætur, at ongar serreglur eru longur um defensiva verju)
f) Málmaðurin hevur ikki loyvi til at fara fram um miðjuna.
g) Tá ið eitt lið kemur 5 mál afturút, kann tað fáa ein leikara afturat á vøllin.
h) Mansverja er ikki loyvd. Heldur ikki er loyvt við skuggaverju, sum hevur til endamáls at taka einstakar spælarar úr spælinum, m.a. við áhaldandi at forða teimum at fáa bóltin. Venjarar skulu saman við dómarunum samstarva um at røkka hesum máli.
i) Leikari, sum fær útvísing, skal út í 2 min. Men liðið skal tó ikki spæla í undirtal, tí annar leikari kann fara inn fyri tann, ið er útvístur.
2.4 Í vaksnamannabólkinum kunnu kappingar vera í hesum deildum:Fremstu deildir eru ovastu deildir, hareftir 1. deild, 2. deild, 3. deild… o.s.fr. Old boys og old girls. Veteranar er niðasta deild.
2.6 Tað kunnu vera upp til 8 lið í bestu mans- og kvinnudeildini í hondbólti.
2.7 Tað kunnu vera upp til 11 lið í 1. mans- og kvinnudeildini í hondbólti. Fer talið uppá 12 lið, fer deildin í tvey og verður kallað ávikavist 1. deild og 2. deild.
2.8 Liðið, sum er fremst í stavraðnum (a,b,c osfr.), er hægsta liðið í deildini, nummar 1, uttan mun til, um liðini eru býtt upp eftir árgangi ella úrvali.
2.9 Spælarar í yngru deildunum kunnu eisini spæla í aldursbólkinum, sum eru omanfyri teir.
2.10 Spælarar í yngru deildunum, sum hava spælt dystir í einum eldri aldursbólki, kunnu spæla aftur í tí yngra bólkinum uttan at leypa dyst um – t.d. frá U14 niður í U12.
2.11 Spælarar kunnu ikki skifta millum lið í sama aldursbólk t.e. millum a, b, c, o.s.fr lið, uttan teir lúka treytirnar í stk. 4.6, og um teir hava spælt minni enn 2/3 av samlaðu dystunum hjá eldra bólkinum (Sí eisini 4.8).
2.12 Leikarar, ið ikki hava fylt 21 ár innan tann 1. januar í kappingarárinum, kunnu frítt flyta ímillum deildirnar fremstu deildirnar, næstbesta liðið í felagnum, U18.
2.13 Kappingarnevndin hevur heimild til at gera onnur undantøk frá aldursmarkunum um ítróttaligar ella menniskjansligar orsøkir tala fyri tí.
3 Spæliloyvi og reglur fyri skifti
Leikarar við føroyskum heimarætti.
3.1 Einhvør leikari, ið hevur verið limur í einum felag, og sum innan fyri seinastu 24 mánaðirnar ikki hevur luttikið í nøkrum frásagnarskyldugum dysti fyri annað felag, hevur beinleiðis leikrættindi í avvarandi felag.
Felagið skal, við samtykki leikarans, skráseta leikaraloyvi í skrásetingarskipan hjá HSF/ÍSF.
3.2 Fyri leikarar, ið hava fylt 18 ár, og sáttmálaviðurskifti eru gjørd fyri teir, og altjóða reglur fyri sáttmálaviðurskifti í hondbólti eru hildnar, ganga tær í sáttmálanum gjørdu treytirnar fram um reglurnar í hesi reglugerð stk. 3.3.
3.3 Undantikið spælarar, ið hava gjørt sáttmála, sum er í gildi ella framtíðar sáttmála, ella seinast hava leikt fyri útlendskt felag, kann einhvør leikari, sum hevur luttikið í einum til HSF frásagnarskyldugum dysti fyri annað felag innan fyri seinastu 24 mánaðirnar, fáa rætt til at leika í øðrum føroyskum felag eftir 30 daga karenstíð frá seinasta frásagnarskylduga dysti í undanfarna felag, sí tó Kappingartreytir fyri kappingar hjá HSF stk 3.1.
Tílíkt skifti kann í mesta lagi gerast tvær ferðir í einum tíðarskeiði frá 1. juli til 30. juni árið eftir.
Leikarar, ið ikki hava føroyskan heimarætt.
3.4 Einhvør spælari, ið ikki hevur føroyskan heimarætt, og seinast hevur luttikið fyri eitt føroyskt felag, fær viðferð eftir somu leiðreglum, uttan so, at serligar reglur framganga av spæliloyvinum.
a) Útlendingar, ið ikki hava fylt 21 ár innan tann 1. januar í kappingarárinum, verða ikki roknaðir sum útlendingar í mun til reglugerð ÍSF´s um útlendingar á føroyskum liðum í lands- og steypakapping.
Vanligar reglur
3.5 Feløg hava skyldu til, eftir umbøn frá øðrum felag við tilknýti til HSF, ella frá HSF sjálvum, at skriva spæliloyvi við fríandi virknaði til tann av nevndu pørtum, sum biður um tað. Hevur leikari okkurt útistandandi við felagið, hann fer frá, verður hetta viðmerkt á spæliloyvið tilskilað, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi. Soleiðis tilskilað limagjaldseftirstøða kann tó aldri fara upp um 12 mánaða limagjald. Leikari má aldri nýtast, fyrr enn móttøkufelagið hevur leikarans spæliloyvi og hevur móttøkufelagið sjálvt treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at leikarin hevur leikrættindi fyri felagið.
3.6 Hevur eitt felag ikki í seinasta lagi vikudagin eftir áheitan um tað, fingið frígevandi loyvið, kann fráboðan um tað sendast til HSF, sum skrivar nýtt spæliloyvi, og leikarin hevur rætt at leika 30 dagar eftir seinast leikta dyst, (samanber stk. 3.3.)
3.7 Spæliloyvi skulu vera skrásett í navni felagsins í skrásetingarskipan hjá ÍSF, sum HSF hevur atgongd til.
3.8 Hevur HSF dømt leikbann, ið á umsóknardegnum enn ikki er endaliga avgreitt, skal tað viðmerkjast tá spæliloyvið verður flutt. Ein leikbannaður spælari kann ikki spæla frásagnarskyldugan dyst fyrr enn leikbanni er avgreitt í nýggjum felagi. Nýggja felagi hevur ábyrgd av, at leikbannaður spælari ikki spælir fyrr enn persónliga leikabannið er sitið. Tíðarásett leikbann verða løgd afturat karenstíðini fyri flyting úr einum felag til annað..
3.9 Eftir 31. januar verður onki nýtt spæliloyvi útvegað til kappingin endar. Hetta er galdandi fyri allar deildir. Undir serligum umstøðum kann kappingarnevndin geva undantaksloyvi.
Skifti frá útlendskum felagi
3.10 Við skifti frá útlendskum felagi undir útlendskum sambandið ella fyri leikarar við útlendskum heimarætti, skal umsókn um spæliloyvið sendast til HSF. Umsóknin skal útfyllast á oyðublað, sum fæst umvegis HSF.
3.11 HSF heintar spæliloyvið í trá við altjóða reglarnar hjá IHF/EHF. Felagið skal hereftir skráseta leikaran í skrásetingarskipan hjá ÍSF, hareftir HSF endaliga gevur kappingarloyvi.
Umsitingargjald til leysgevandi samband og IHF/EHF verður at gjalda umvegis HSF. Spæliloyvið kan í fyrsta lagi fáast til ein frásagnarskyldugan dyst eftir 30 daga karenstíð frá seinast leikta dysti í útlendska felagnum, treytað av at HSF frammanundan hevur móttikið altjóða spæliloyvið frá leysgevandi sambandi og EHF/IHF.
Skifti til útlendskt felag
3.12 Leikarar við føroyskum heimarætti, ið ynskja at leika fyri útlendskt felag, ella leikarar, sum seinast hava leikt fyri eitt føroyskt felag, fáa loyvi at leika fyri útlendskt felag við at spæliloyvið verður flutt til sambandið, sum útlendska felagið hoyrir til. Umsókn um hetta skal setast saman av leikaranum, útlendska felagnum og útlendska sambandinum. Leikarin skal hava hildið sínar skyldur yvir leysgevandi felagi á sama hátt sum við skifti til eitt føroyskt felag. Tílíkt skifti verður framt í trá við reglurnar hjá IHF/EHF.
4 Almennar kappingarreglur
4.1 Fyri at kunna luttaka í dystum fyri eitt felag, má spælarin hava spæliloyvi sambært reglunum í grein 4 og grein 1.4.
4.2 Í kapping fyri vaksin í ovastu deildini kann eitt felag bert hava eitt lið.
4.3 Kappingarnevndin ásetur nærri reglur fyri kappingarnar í yngru deildinum. Hesar kappingarreglur, sum kunnu víkja frá hesum kappingarreglum, skulu lýsast av HSF í seinasta lagi ein mánaða áðrenn kappingarbyrjan.
4.4 Tá ið felag hevur fleiri lið í somu deild, er loyvt at flyta spælarar frá øðrum liðnum til hitt eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri at flyta spælara frá hægri til lægri deild, smb stk. 4.6 og stk. 4.7. Undantikin er tó innanhýsis dystur millum liðini, ið ikki kann roknast sum umlopin dystur í sama leikumfari, smb. stk. 4.6.
4.5 Tá ið felag hevur fleiri lið í somu kapping, kunnu í fyrsta frásagnarskylduga dystinum hjá einum liði bert nýtast spælarar, sum í somu kapping ikki hava spælt á nøkrum øðrum liði, smb. stk. 4.8.
4.6 Ein spælari kann flyta frá hægri til lægri deild, um tað liðið, hann var á, spælir frásagnarskyldugan dyst í sama leikumfari, ella áðrenn hevur spælt í minsta lagi ein dyst, har hann ikki var við, smb. stk. 4.8. Eitt leikumfar er tveir fylgjandi dagar.
4.7 Spælari kann í mesta lagi rykkja eitt lið niður í senn, t.d. úr liði í fyrstu deild niður í lið í aðru deild, úr liði í aðru deild niður í lið í triðu deild o.s.fr. Kappingarnevndin kann loyva frávik.
4.8 Ein spælari, sum hevur spælt 2/3 av samlaðu landskappingardystunum hjá einum liði, kann ikki í somu kapping spæla á einum lægri liði. Um ein spælari hevur spælt á fleiri hægri liðum, skulu 2/3 takast av miðaltalinum av samlaðu landskappingardystunum hjá hesum liðunum. Ein spælari við unglingaaldri, sum hevur spælt í minsta lagi 2/3 av settu landskappingardystunum í unglingadeildini, kann ikki í somu kapping spæla lægri enn á 3. liði hjá felagnum.
4.9 Spælari, ið er bundin at einum liði í 2/3 av teimum fyri eitt lið ásettu kappingardystum, kann ikki í somu kapping luttaka á lægri liði. At vera bundin at einum liði merkir í hesum samanhangi, at spælarin antin hevur verið skrivaður á dómaraseðil – uttan at vera strikaður eftir dystin – ella at spælarin í viðkomandi dysti ikki er við vegna leikbann. Um spælari hevur luttikið á fleiri hægri liðum, roknast teir 2/3 av miðaltalinum av ásettum dystum hjá hesum liðum. Er talan um skifti millum feløg, telja ásettir dystir fyri fyrra felagið ikki við í 2/3 regluni.
Í deildum við dupult x dupult kapping ikki eftir 14 leikumfør.
Í deildum við 11 liðum við dupultkapping ikki eftir 14 leikumfør.
Í deildum við 10 liðum við dupultkapping ikki eftir 12 leikumfør.
Í deildum við 6 liðum og dupultkapping ikki eftir 7 leikumfør.
4.10 Ein spælari kann ikki í sama leikumfari spæla á fleiri liðum. Undantikið tó U-spælarar, sum óansæð reglunum í stk. 4.5 og stk. 4.6 hava loyvið at spæla á einum av vaksnamannaliðunum hjá sínum felagi eisini sama leikumfar, sum teir spæla dyst í unglingadeildini, smb. stk. 4.6.
Í sambandinum millum unglingalið og eitt slíkt vaksnamannalið eru reglurnar í stk. 4.4, 4.6 og 4.7 ikki galdandi. Men hesar reglur eru tó galdandi fyri unglingaspælarar, sum spæla á ymiskum unglingaliðum fyri seg og ymiskum vaksnamannaliðum fyri seg.
4.11 Somu serreglur, nevndar í stk. 4.8, sum eru galdandi U18, eru eisini galdandi fyri U17 gentur
4.12 Ein settur, men ikki spældur dystur, hvørki loysir ella bindur ein spælara.
4.13 Um annað liðið ikki møtir til ein dyst, og hitt møtta liðið av teirri grund verður vinnari, verður dysturin roknaður sum spældur. Ein dystur, sum ikki verður liðugt spældur, verður eisini roknaður sum spældur, um annað liðið verður sett sum vinnari. Ein settur, og við fráfaringartíðina ikki avlýstur dystur, og ein dystur, sum ikki verður liðugt leiktur og ikki hevur nakran vinnara, kann aldrin gera ein spælara á lægri liði ólógligan, um hann sama dag spælir á lægra liðnum.
4.14 Uppmøtt lið skal altíð fylla út dómaraseðil undan dystinum, uttan mun til um mótstøðuliðið møtir upp ella ikki. Verður dysturin ikki leiktur ella ikki liðugt leiktur, men roknaður sum at annað liðið hevur vunnið, eru nevndu spælararnir bundnir at dystinum. Verður dysturin settur av nýggjum, er ongin av nevndu leikarum bundin at ógilda dystinum. Fær eitt felag fráboðan um, at ein komandi dystur ikki verður leiktur, skal tað senda liðuppstilling til kappingarleiðsluna, so tað kann váttast, at liðið hevur vunnið dystin. Nevndu spælararnir eru bundnir at dystinum, sum var hann leiktur. Felag, sum av flutningsávum ikki nær fram til ásettan dyst, skal uttan drál boða HSF frá hesum.
4.15 Verður eitt lið tikið úr kappingini í kappingarskeiðnum, hava spælararnir, sum høvdu leikrættindi á úrtikna liðnum, rætt at leika á einum av hinum liðunum í felagnum, so skjótt sum skrivlig fráboðan er komin um, at tað er góðtikið, at liðið er tikið úr kappingini, smb. stk. 4.7.
4.16 Tekur eitt felag eitt av sínum liðum úr kappingini undan ella í kappingarskeiðnum, kunnu lægri lið í felagnum í sama kappingarbólki ikki flyta upp í hægri kappingardeild ella luttaka í uppflytingardystum til sama, eftir at kappingin er av. Í teimum førum, har kappingarnevndin útihýsir einum liði við støði í ásetingunum í stk. 5.3 ella stk. 5.6, er liðið niðanfyri í sama kappingarbólki forðað at flyta upp eftir somu leiðreglum. Kappingarnevndin kann tó geva undantøk frá hesum.
4.17 Flyting av dystum er bert loyvd við force majeure. Flyting av dystum skal altíð umvegis HSF og nýggjur leikdagur skal ásetast innan tveir dagar. Hetta er galdandi fyri allar deildir.
4.18 Møtir lið ikki upp til dyst, verður sektað við bót á kr. 1000,- pr. dyst. Møtir lið ikki upp til dyst í Suðuroy verður tað sektað við bót á kr. 3000.
5 Brot á reglugerðina
5.1 Aganevndin hevur heimild til at áleggja bøtur fyri brot á reglugerðina.
5.2 Um eitt felag fremur brot á reglugerðina, kann Aganevndin døma viðkomandi lið at tapa dystin, ið brotið verður framt í. At lið verður dømt at tapa ein dyst merkir, at úrslitið og møgulig vunnin stig fella burtur. Mótstøðuliðið verður tá sett sum vinnari við málmuninum 10-0, og fær 2 stig.
5.3 Um ein ella fleiri leikarar spæla ólógliga sambært kappingarreglunum, tapir liðið dystin.
5.4 At brúka avsmittandi klistrievni á fingrar og bólt er loyvt í deildunum 14 ár og eldri.
At hava klistrievni deponerað uppi á sær á likami ella útgerð inn á vøllin, er ikki loyvt. Brot verða alt fyri eitt revsað av dómarunum eftir ásetingunum um ósportsliga atferð og síðani av Aganevndini við bót eftir sektarreglugerðini.
5.5 Spælari ella ein á dystarfrágreiðingini noteraður liðhjálpari, sum sambært kappingarreglugerðini verður dømdur leikbann í ein ella fleiri leikdagar, má meðan leikbannið varir, hvørki nýtast sum spælari ella liðhjálpari, hjálpari við dómaraborðið ella dómari, uttan mun til, hvat misbrotið er fyri og í hvørjari funktión leikbannið er fingið. At brúka ein ella fleiri spælarar ella hjálparfólk í stríð við kappingarreglugerðina ella við galdandi ásetingar annars, t.d. ólógligan leikara, ólógligan leikara skrivaður við følskum navni, ólógligan hjálpara ella líknandi, kann hava við sær, at dystur verður dømdur taptur. Hetta tekur Aganevndin avgerð um. Harafturat kann felagið dømast sekt eftir sektarreglugerðini.
5.6 Um eitt felag í tveir spælidagar hevur nýtt spælarar ólógliga á sama liði, kann Aganevndin avgera at útihýsa liðinum úr kappingini.
5.7 Kemur eitt lið ikki til dyst og gevur ikki avboð, ella er liðið ikki til reiðar at spæla, t.v.s. hevur skift og minst 5 spælarar eru á vøllinum til ásettu tíðina, kann dysturin vera taptur hjá nevnda liði, tað avgerð Aganevndin, og felagið kann sektast við bót eftir sektarreglunum.
5.8 Kemur eitt lið ikki til dyst og hevur ikki fullgilda orsøk, (tað ger kappingarnevndin av) til ein av ásettu dystunum, kann tað ikki fáa pláss, ið hevur rætt til uppflyting.
5.9 Kemur eitt lið ikki til tveir ella fleiri av ásettu dystunum, og hevur ikki fullgildað orsøk (tað ger kappingarnevndin av), kann tað fara úr kappingini.
5.10 Eitt felag, ið uttan fullgildað orsøk, ikki kemur til ásettan kappingardyst ella aðrar dystir, sum felagið hevur pliktað seg til at vera við í, kann eftir avgerð hjá fyrisitingarligu leiðsluni í sambandinum við kærumøguleika til starvsnevnd HSF, áleggjast at lata hinum partinum endurgjald fyri allar skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við óleikta dystin, herundir eisini ferðaútreiðslur í sambandi við hin dystin millum liðini bæði, roknað eftir bíligasta ferðahátti. Endurgjaldskravið skal framsetast í seinata lagi 30 dagar eftir ásetta dystin.
5.11 Avboð til ásettar dystir skulu, um tey skulu roknast at vera rættstundis, vera send skrivliga í so mikið góðari tíð, at tey eru kappingarleiðsluni í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn dysturin er ásettur at vera. Avboð, sum kemur rættstundis frítekur felagið fyri sekt, men ásetingarnar í stk. 5.6, 5.7, 5.8 og 5.9 standa við.
5.12 Verður eitt lið tikið úr kappingini, skal felagið sektast eftir sektarreglunum.
5.13 Ein bót, ið eitt felag er dømt at gjalda eftir hesi reglugerð, skal vera goldin í seinasta lagi 8 dagar eftir krav. Um bøtur ikki eru goldnar tá kappingin byrjar aftur, hevur felag ikki rætt til luttøku í kappingini.
5.14 Um ein dómari diskvalifiserar ein spælara fyri annað enn 3. útvísing, ella diskvalifiserar ein hjálpara, skal hann innan 24 tímar senda frágreiðing, ið einans kappingarleiðslan fær. Aganevndin tekur avger um allar frágreiðingar við atliti at møguligum leikbanni og/ella bót.
5.15 Spælari ella hjálpari, sum sambært innsendari frágreiðing hevur gjørt misbrot í ella eftir dystin, kann dømast leikbann. Eitt felag, hvørs leiðari er diskvalifiseraður ella sambært frágreiðing innsendari eftir dystin er sekur í grovum ósportligum atburði, kann sektast eftir sektarreglugerðini.
Í teimum førum, har hjálparar ella leiðarar verða dømdir bót og/ella leikbann, verður álagt felagnum at gjalda sektargjald, sí gjaldslistan. Tað sama er galdandi, um spælari, sum verður dømdur leikbann, hevur luttikið á ungdóms- ella hægri liði.
5.16 Spælarar, leiðarar og hjálparfólk, ið sambært fráboðan hava gjørt misbrot í sambandi við dyst, skulu sita næsta dyst yvir. Leikbann skulu altíð avgreiðast eftir niðanfyri standandi reglum:
a)Spælarar:
Longri leikbann (fyrr burturvísing) verða avgreidd tann/teir næsta/u dystin/dystirnar, ið spælarin hevur leikrættindi. Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í lands- ella steypakappingini, skulu avgreiða leikbannið í fyrst komandi dysti, uttan mun til, um hann er lands- ella steypakappingardystur ella vanligur 1. deildardystur.
Leikbann kunnu aldri brúkast til at sita yvir frígerandi sambært stk. 4.5 og stk 4.6.
b) Hjálparar:
Leikbann verða avgreidd fyrst komandi dyst/ir á tí liðnum, har leikbann varð fingið. Skiftir hjálparin felag áðrenn leikbannið er avgreitt, skal leikbanni avgreiðast í nýggja felagnum.
Hjálparar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við landssteypadyst, skulu avgreiða leikbannið fyrst komandi dyst, uttan mun til um hesin er landssteypadystur ella vanligur landskappingardystur.
Hjálparar, sum eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í fremstu deild í verandi kapping, skulu avgreiða leikbann í fyrst komandi dysti í fremstu deild í verandi kapping. Leikbann kann sostatt ikki avgreiðast í landssteypadysti.
Leikbannaður hjálpari hevur ikki loyvi at vera í sambandi við liðið, frá tí at dystur verður floytaður í gongd til dysturin verður floytaður av.
Um leikbann heilt ella partvis ikki er avgreitt í kappingarárinum, tað er dømt í, verður restin av leikbanninum flutt til næsta kappingarskeið ella eftir nærri ásetingum frá kappingarleiðsluni. Leikbann skal altíð avgreiðast frá og við fyrsta dysti, ið verður leiktur, eftir at skrivlig fráboðan um leikbann fyriliggur.
5.17 Heldur liðskipari ella liðhjálpari, at dómarin ella eitt av hjálparfólkunum undir dysti hava nýtt leikreglur skeivt ella gjørt seg sekan í tænastumistaki ella skeivari viðferð og vil mótmæla tí, skal tað gerast beint eftir, at skeivleikin, við at leikreglurnar eru nýttar skeivt, er staðfestur, ella møguliga mistakið er gjørt. Skrivarin skal samstundis skriva mótmælið í dystarfrágreiðingina (dómaraseðilin).
Fyri mótmæli, sum er givið til dómaraborðið undir dysti, verður felagið at gjalda depositum, víst verður til umsitingargjøld. Hetta gjald er fyri at leggja mótmæli, og verður hetta gjald ikki afturgoldið hóast mótmæli møguliga verður tikið aftur .
Umtalaða krav í 1. parti hevur við sær:
a) Er grundarlagið fyri mótmælinum kent, áðrenn leikur byrjar, skal liðleiðarin ella liðhjálparin mótmæla til dómararnar, áðrenn dysturin verður settur í gongd.
b) Mótmæli, orsakað av hendingum ella tørvandi/vantandi hendingum meðan leikur fer fram, skulu liðleiðari ella liðhjálpari leggja fyri skrivara/tíðtakara/eygleiðara beinleiðis í sambandi við hendingina. Frágreiðing um mótmælið skal tilskilast í dystarfrágreiðingina og skal fullfíggjað frágreiðing sendast til HSF. Síðani gevur skrivari/tíðtakari/eygleiðari beinanvegin dómarunum fráboðan um mótmælið, so skjótt sum bólturin er úti úr spælinum. Er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.
Heldur liðleiðarin ella ein liðhjálpari, at mótmælið ikki eigur at sleppast, skal hann gera tilmæli til leiðsluna í felagnum um tað. Vil hendan eisini fylgja mótmælinum upp, skal tað gerast skrivliga og í so mikið góðari tíð, at mótmælið er HSF í hendi í seinasta lagi 24 tímar eftir, at dysturin er leiktur saman við veð (depositum) sambært gjaldsyvirliti. Farið verður undir at viðgera mótmælið, tá veð er innkomið.
Mótmælið skal vera undirskrivað ella medundirskrivað av limi í leiðsluni í felagnum.
Mótmæli kunnu sendast, tá tað í mótmælinum framgongur, hvussu mótmælisgjaldið verður sent og at tað verður sent innan 24 tímar.
Mótmæli verður bert viðgjørt, tá tað í tekstinum framgongur nær og til hvønn mótmælt varð.
5.18 Hendir tað eftir ein dyst, at leiðslan í einum felag kemur eftir, at ein spælari er brúktur ólógliga í viðkomandi dysti, kann mótmælast móti ávísa spælaranum innan tíggju dagar eftir, at dysturin varð leiktur.
Mótmæli sum hesi eiga somuleiðis at sendast til Aganevndina saman við veð (depositum) sambært gjaldslista, sum verður afturgoldið, um mótmælið verður tikið til eftirtektar. Mótmælið verður viðgjørt, tá depositum er innkomið.
Mótmæli sum eru latin inn seinni enn tíggju dagar eftir, at dysturin er leiktur, frítekur ikki felagið fyri bót sambært áseting í stk. 5.2.
5.19
Um so er, at felag vil siga sína hugsan um eina ímóti felagnum, leikarum ella leiðarum í felagnum innsenda frágreiðing, skal hetta úttalilsi sendast til kappingarleiðsluna í seinasta lagi 24 tímar eftir, at dysturin er leiktur.
Kappingarleiðslan sendir eitt avrit av móttikna mótmælinum til felagið hjá mótstøðiliðnum. Um so er, at hetta felag síðan vil siga sína hugsan um mótmæli og viðkomandi tilburð, skulu hesir upplýsingar vera kappingarleiðsluni í hendi í seinasta lagi fýra dagar eftir, at senda avritið er móttikið.
5.20 Avgerðir hjá Aganevndini, ið hava við sær bøtur upp til og við 5.000 kr., og/ella leikbann upp til og við 3 dagar, kunnu ikki kærast.
Avgerðir hjá nevndini annars, her undir mótmælisavgerðir, kunnu innan seks dagar kærast fyri kærumyndugleika sambandsins. Kærugjald, sí gjaldsyvirlit.
5.21 Aganevndin og Dómsnevndin kunnu, av sínum eintingum, biðja um at fáa til vega videoupptøkur til brúk í málsviðger..
6 Kappingaravgreiðsla
6.1 Dómaranevndin ansar eftir, at neyðugir dómarar, verða settir til dystirnar í bestu og næstbestu deildini, og at leikstaðurin er sambært ásetingum í leikreglum, og at atlit verður tikið til møgulig givin undantøk. Í hinum deildunum setir fyriskipandi felag dómarar. Tó kann vitjandi felag hava annan dómaran við, men skal hetta fráboðast í góðari tíð, í seinasta lagi 48 tímar undan dystinum.
6.2 Í sambandi við, at dómari ikki møtir upp, hevur fyrstnevnda felag ábyrgd av at vísa á ein ella tveir persónar at leiða dystin. Dysturin skal altíð spælast, og ein ikki spældur dystur kann hava við sær, at fyrst nevnda felag verður dømt at tapa dystin, ella at felagið kann dømast bót eftir sektarreglugerðini.
6.3 Undan dysti skal kappingarleiðslan (felagið, sum skipar fyri, dómaraborð og møguligir dómararnir) hava upplýst liðuppstillingar á dómaraseðli hjá avvarandi felag eins og aðrir kravdir upplýsingar skulu vera áskrivaðir.
Dómaraseðil, ið ikki er rætt ella nóg væl útfyltur, kann hava við sær bót eftir sektarreglugerðini.
Hevur ein spælari ikki luttikið í dystinum, kann viðkomandi navn strikast á
dómaraseðlinum, um skrivarin verður biðin um tað beint eftir leiklok. Tað er eitt krav, at dómararnir til dystin góðkenna strikingina. Strikingin skal ganga fram av øllum avritum av frágreiðingini.
6.4 Eru leikbúnarnir hjá tveimum feløgum eins ella so líkir, at dómararnir meta tað torført at skilja millum spælarar á liðunum báðum, skiftir útiliðið ella tað í skránni seinna nevnda liðið leikbúna treytað av, at heimaliðið ella í skránni fyrr nevnda liðið stillar upp í sínum almenna búna, sum stendur fráboðað til HSF.
6.5 Brot á ásetingar í leikreglum viðvíkjandi leikarabúnum (stk. 4.7 og 4.8 í altjóða reglunum) kunnu hava við sær sekt sambært sektarreglugerð.
6.6 Verður spælt eftir stigskipan, gevur vunnin dystur 2 stig, javnur dystur 1 stig og taptur dystur 0 stig.
6.7 Liðið, sum fær flest stig, er nr. 1, og hini liðini verða nr 2, 3, 4, o.s.fr. alt eftir, hvussu nógv stig eru fingin.
6.8 Standa fleiri lið jøvn í stigum, tá kappingin er av, verður raðfylgjan avgjørd soleiðis:
1) Flest vunnin stig í sínamillum dystum
2) Málmunur í sínamillum dystum
3) Flest skotin mál í sínamillum dystum
4) Málmunurin grundaður á alla í kappingina. Hendan reglan er ikki galdandi fyri ungdómsdeildirnar
5) Flest skotin mál í allari kappingini. Hendan reglan er ikki galdandi fyri ungdómsdeildirnar.
6) Umdystur
7) Fyriskipaður umdystur millum tvey feløg, sum endaliga avger pláss í raðfylgju skal, tá hann ikki verður avgjørdur, leingjast eftir reglunum í stk. 6.13, til endaligur vinnari er funnin.
Um raðfylgjan ikki er endaliga staðfest eftir pkt. 2, verða hini liðini sáldaði frá, og útrokningin heldur áfram eftir pkt. 3 o.s.fr.
Eitt lið, sum ikki hevur møtt til allar sína ásettu dystir, ella lið, sum hevur nýtt ólógligar leikara/r í einum ella fleiri dystum og hareftir dømt at tapa dystin/ar, verður raðfest undir einum liði, sum hevur avgreitt allar sínar dystir lógliga, og harvið sæð burtur frá innanhýsis stigum, málmuni ella flest skotnum málum
Fyriskipaður umdystur millum tvey lið til at avgera endaliga raðfylgju skal, um dysturin endar javnur, leingjast eftir reglunum í 6.13 til ein endaligur vinnari er funnin.
6.9 Fyri at brúka málmunin og flest skotin mál til at gera av pláss í raðfylgju eru hesar treytir galdandi:
1) Eitt lið, ið ikki er møtt til allar sínar ásettu dystir, ella lið, ið hevur leikt ein ella fleiri dystir við ólógligum spælarum og hereftir er dømt at tapa dystin/dystirnar, fær pláss niðan fyri eitt lið, sum hevur spælt sínar ásettu dystir lógliga, uttan mun til málmun ella flest skotin mál.
2) Eitt lið, ið hevur fingið stig í einum dysti, tí mótstandarin hevur brotið lógir og reglugerðir ella hevur meldað lógligt avboð, fær ikki nakað skotið mál roknað fyri avvarandi dyst. Um hetta fær týdning fyri pláss í raðfylgjuni, detta skotin mál hjá øðrum liðum móti sama mótstandara burtur, tá roknað verða málmunur ella flest skotin mál.
3) Pláss í raðfylgjuni millum tvey ella fleiri lið jøvn í stigum í førum, har hesi hava brotið lógir og reglugerðir, verða avgjørd við innanhýsis dysti/dystum.
6.10 Um eitt lið fer úr eini kapping, verður ongin av leiktu dystunum hjá viðkomandi liði taldur við í stigum ella málmuni.
6.11 Onki felag kann í sama kappingarári flyta upp í deild, har felagið hevur lið, ið flyta niður.
6.12 Um eitt lið, ið eftir galdandi reglum ikki hevur rætt til uppflyting, plaserar seg á einum plássi, ið gevur rætt til uppflytingar, ella pláss, ið gevur rætt at spæla uppflytingardyst, skal liðið, sum hevur besta pláss aftaná og lýkur treytirnar, koma í staðin. Sama mannagongd verður nýtt í førum, har eitt lið eftir lokna kapping missir rættin at verða verandi í deildini.
6.13 Um ein dystur endaður við javnleiki, skal leingjast, so nýggjur vinnari kann finnast, skal eftir ein steðg vera lutakast um vallarhálvu og hvør gevur bóltin upp.
Dystir, ið eru í minsta lagi 2×20 min, halda steðg í 5 min., og umdysturin er 2×5 min. langur við steðgi í 1 min. millum hálvleikirnar.
Í hinum dystunum er steðgurin 3 min., og umdysturin 2×3 min. við steðgi í 1 min. millum hálvleikirnar.
Endar longdi dysturin við javnleiki, verður dysturin eftir ein steðg í somu longd, longdur eftir somu leiðreglum.
Endar hesin annar longdi dysturin við javnleiki, verður hildið fram, nú við brotskøstum sambært stk. 6.14
6.14 Um ein dystur, ið antin eftir vanliga leiktíð ella eftir longda leiktíð so ofta sum fyriskrivað í kappingartreytunum framvegis stendur á jøvnum, skal hann avgerast endaliga við brotskøstum. Niðanfyri standandi leiðreglur eru galdandi fyri brotskastkappingina:
a) Undan brotskastkappingini útnevnir tann, sum hevur liðábyrgd á hvørjum liði skrivliga við at geva upp ryggnummar, fimm spælarar, ið skulu hava leikrættindi, tá dysturin, sum liggur frammanfyri endar. Útnevndu spælararnir skjóta, skiftandi millum liðini, eitt brotskast hvør. Á hvørjum einstøkum liði er raðfylgjan á teimum, ið skjóta, óviðkomandi.
b) Málmenninir, ið brúktir verða, kunnu veljast frítt og skiftast út eftir vild. Málmenn kunnu skjóta og skjúttar kunnu vera málmenn.
c) Dómararnir gera av, hvat mál skjótast skal í. Tað liðið, sum leggur fyri, verður funnið við lutakasti.
d) Um so er, at ongin avgerð er fallin, tá hvørt liðið hevur skotið fimm skot, verður hildið fram við fleiri brotskøstum, og fimm spælarar í hvørjum liði verða aftur valdir at skjóta, antin við somu spælarum ella við at skifta út frá einum til allar fimm spælarar í mun til fyrra listan. Nú er tað hitt liðið, sum skjýtur fyrst, og hildið verður fram, til ein avgerð fyriliggur. Komið er til eina avgerð, tá bæði lið hava skotið eins nógv skot og málmunur fyriliggur millum liðini. Um so er, at framvegis ongin avgerð er funnin eftir tey fimm køstini, verður hildið fram á sama hátt, til ein avgerð er funnin. Fyri hvørji fimm skot, kunnu skjúttarnir býtast um eftir fráboðan til dómaran.
e) Útvístir, leikbannaðir og burturvístir spælarar kunnu ikki luttaka í brotskastkapping.
f) Munandi misbrot undir brotskastkappingini skulu í øllum førum sektast við leikbanni. Við leikbanni ella um spælari verður skaddur, skal annar við leikrættindum útnevnast í staðin.
g) Meðan einstaka brotskastið verður skotið, má ongin uttan skjúttin, tann til skotið útnevndi málmaðurin og dómararnir báðir vera á vallarhálvuni, har brotskøstini skulu skjótast.
6.15 Um reglurnar fyri eina kapping fyriskipar, at tvey lið skulu møtast til avgerð í tveimum dystum við cup-skipan, er hetta galdandi:
a) Liðið, sum eftir tveir dystir hevur flest vunning stig
b) Liðið, sum hevur besta málmunin eftir tveir dystir
c) Brotskøst eftir reglunum í 6.14
7 Dómarar
7.1 Dómarar verða býttir upp í A og B bólkar.
7.2 Øll feløg, sum eru umboðaði í bestu deildini, skulu tilmelda minst eitt dómarapar, ið skal lúka treytirnar, ið settar eru til B-dómarar og sum skulu vera tøkir at døma alt kappingarárið. Felag, sum ikki fylgir hesum, verður sektað við bót á kr. 10.000.
7.3 B-dómarar eru tilmeldaðir av feløgunum, tá kappingin byrjar og kunnu framhaldandi vera limir og virknir í sínum felagi. B-dómarar kunnu døma í fremstu deild, 1. deild, 2. deild og unglingadeildini. Uppgávurnar verða ásettar við landafrøðiligum atliti. t. d. Suður, – Mið, – Vestur, – og Eysturøki. B-dómarar skulu, sum eitt krav, hava grundskeið í døming. Dómaranevndin og HSF ráðgeva og standa fyri hesum skeiðum.
7.4 Ásetingarmyndugleikan at seta dómarar hevur dómaranevndin, sum skal tilnevna ein ábyrgdarpersón at umsita dómaraásetingina, sum fevnir um 1. deild menn og kvinnur. Ásetingarmyndugleikin kann seta B-dómarar at døma í fremstu kvinnu- og mansdeildini.
7.5 Dómaranevndin skipar fyri eygleiðingum av B-dómarum og skipar undan kappingini, saman við HSF, fyri grundskeið í døming fyri B-dómarum.