Kappingar

Høvuðskappingarnar, ið verða spældar í Føroyum, eru landskappingin og steypakappingin. Hjá bestu liðunum eru stuðlar, ið hava lagt navn til kappingina. Kappingárið 2017/2018, eitur besta mansdeildin FTZ, meðan besta kvinnudeildin eitur hvonn.

Áðrenn landskappingin byrjar í september, er á hvørjum ári ein Lions Cup finala millum liðini hjá kvinnum og monnum, sum vóru í FM-finaluni árið fyri.

Hjá børnunum er ein heystkapping á skránni, áðrenn landskappingin byrjar. Hjá teimum minstu er harafturat ein fyrireikingarkapping – hetta við tí fyri eygað, at tey, sum á fyrsta sinni skulu spæla á heilum vølli, fáa roynt seg, áðrenn veruliga kappingarárið byrjar.

U8 verður skipað eftir einum leisti fyri seg við seks kappingum gjøgnum árið. Hjá U8 verður eingin føroyameistari funnin.

Les meira um og sí hagtøl yvir ymsu kappingarnar á kappingarteiginum.